24-06-2009

HPV-koppseting

Heilsumálaráðið hevur gjørt ein faldara, har kunnað verður um tilboðið til gentur um ókeypis koppseting fyri lívmóðurhálskrabbamein. Í faldaranum verður m.a. kunnað um, hvør hevur rætt til tilboðið um ókeypis koppseting, nær koppsetast skal, møguligt endurgjald fyri útreiðslur í sambandi við koppseting og kunning um HPV-virus.

Heilsumálaráðið sendi fyrr í vikuni kommunulæknum, apotekunum, Landsapotekaranum og Krabbameinsfelagnum nøkur eintøk av faldaranum, sum kunnu latast viðskiftafólki. Heilsufrøðingarnir hava borið faldaran út á allar skúlar í Føroyum, at býta út til gentur í 7., 8. og 9. flokki. Um nakar ynskir fleiri faldarar, eru hesar at fáa hjá Gigni.

Faldari - Koppseting fyri lívmóðurhálskrabbamein



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300