09-02-2021

D-vitaminir og jarnískoyti

Heilsumyndugleikarnir mæla til, at øll børn (frá tveimum vikum til tey eru fýra ár) fáa D-vitaminir. Tey eiga at fáa 10 mikrogramm (=400IE) av D-vitaminum um dagin. Um barn títt hevur myrka húð, verður mælt til at barnið tekur D-vitaminir øll barnaárini. Vetrahálvuna (oktober til apríl) verður rátt øllum børnum eldri enn 4 ár og vaksnum at taka 5-10 mikrogramm av D-vitaminum um dagin.

D-VITAMINIR
D-vitaminir fáast til keyps á apotekinum. Á glasinum sæst hvussu nógvar dropar barnið skal hava. Gev barninum droparnar við eini skeið.

Bæði børn, sum fáa bróst og sum fáa eftirgjørda móðurmjólk eiga at fáa D-vitaminir.

GG! Eitt umráðandi undantak er kortini:
• Um eitt barn fær 800ml ella meira av eftirgjørdari móðurmjólk dagliga, og sum hevur í minsta lagi 1,3 mikrogramm D-vitamin/100 ml skal barnið IKKI hava ískoytið.
• Tað hendir kortini einki um barnið eitt styttri tíðarskeið fær bæði dropar og eftirgjørda móðurmjólk.

Mælt verður til, at børn sum eru fødd fyri 37. viku fáa 10 mikrogramm (=400IE) av D-vitamin um dagin, frá tí tey eru útskrivað, til tey eru fýra ára gomul. Tað er líkamikið, um tey fáa bróst ella eftirgjørda móðurmjólk. GG! Sama undantak, sum er nevnt omanfyri, er eisini galdandi her!

JARNÍSKOYTI
Bæði ov tíðliga fødd børn og børn við burðarvekt undir 2500 gramm eiga at fáa jarnískoyti. Hvussu nógv tey skulu fáa, og nær og hvussu leingi tey skulu fáa jarnískoyti er tengt at burðarvektini.

Spyr heilsufrøðingin um tú ivast.



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 614 000