11-12-2017

73% av næmingunum vórðu kannaðir seinasta skúlaár

Aðalendamálið við heilsutænastun-um hjá heilsufrøðinginum er, at allir fólkaskúla næmingar í Føroyum fáa tilboð um kanning eina ferð árliga.

Hvørja ferð ein næmingur kemur til kanning hjá heilsufrøðinginum, hevur heilsufrøðingurin samstundis eina samrøðu við næmingin. Har verður m.a. tosað um hvussu næmingurin hevur tað, trivnað og annað, sum rørir við likamligu, sálarligu og sosialu heilsuna hjá næminginum.

Av 7.146 skúlanæmingum blivu 73% kannaði hjá heilsufrøðingi skúlaárið 2016/2017.

Hetta svarar til 6.329 samrøður, harav 21% vóru eykasamrøður vegna serligan tørv ella avbjóðing hjá næmingum. Hetta svarar til, at 1.085 eykasamrøður blivu gjørdar.

Les tíðindaskrivið her



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300