07-04-2018 09.59.00

Heilsufrøðingar til tvey størv

ERT TÚ HEILSUFRØÐINGUR?


Gigni søkir eftir heilsufrøðingum til eitt fast starv og eitt avloysarastarv at seta skjótast tilber.

Størvini eru:
20 tímar á smábarnaøkinum í Sunda kommunu og Eiðis kommunu.
32 tímar avloysarastarv á smábarnaøkinum í Fuglafjarðar kommunu, Eystur- kommunu, Runavíkar kommunu, Nes kommunu og Sjóvar kommunu. Avloysarastarvið er til 28. februar 2019.

Vit kunnu bjóða:
• Sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi arbeiði
• Fakligt mennandi umhvørvi
•At verða partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum
•Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við menningartilgongd

Førleikakrøv:
•Løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
•Útbúgving sum heilsufrøðingur
•Góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar og tvørfakligt
•Áhuga fyri fakligari menningartilgongd

Tað er ein fyrimunur, at umsøkjarin hevur royndir frá heilsufremjandi arbeiði á barna- og/ella familjuøkinum.

Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn og viðkomandi skjøl skulu sendast til:
Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 7
700 Klaksvík

Ella umvegis teldupost: heilsutrygd@heilsutrygd.fo

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 25. apríl 2018, kl. 12.00.

Meiri fæst at vita við at ringja til Sólrun Foldbo, fakligur stjóri, tel. 562394.

Starvslýsingin




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300