01-09-2015

Kunning um tilráðing viðvíkjandi bróstageving

Gigni hevur fingið nógvar fyrispurningar viðvíkjandi bróstagevan, og um ásettu tilráðingar viðvíkjandi bróstageving, eru ávirkaðar ella broyttar í mun til nýggja kanning, viðvíkjandi møguligum flour evnum, sum kunnu verða førd frá mammu til barn via bróstamjólkina.

Gigni vil gera vart við, at tær av Sundhedsstyrelsen, ásettu tilráðingarnar til foreldur, viðvíkjandi bróstageving, ikki eru broyttar.

Gigni hevur, í morgun, verið í samband við Landslæknan, sum umvegis Sundhedsstyrelsen, staðfestir at verðandi tilráðingar, sum eru at geva barninum bróst, fyrstu 6 mánaðirnar, eru ikki er broyttar. Víst verður til hjálagdu fíluna "Amning - en håndbog for sundhedspersonale".

Um foreldrur hava spurningar ella eru í iva, eru tey vælkomin at seta seg í samband við Gigni á telefon 562300, at senda ein teldupost á gigni@gigni.fo. Eisini er møguleiki at seta seg í samband við ein heilsufrøðing, umvegis heimasíðuna www.gigni.fo.

Amning - en håndbog for sundhedspersonale




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300