15-03-2017

Børn og “skermtíð”

Heilsugóður familjulívsstílur inniber mørk fyri dagligari “skermtíð”!

“Skermtíð” er tann tíðin, sum tú:

- brúkar til at hyggja í sjónvarp ella eftir DVD filmi

- brúkar til telduna ella teldilin

- brúkar til at spæla telduspøl, antin tað er gjøgnum sjónvarps- ella telduskíggjan, ella tað er við handhildnum telduspæli. Herímillum við Playstation, X-box, Nintendu o.ø.

- brúkar til fartelefonina


Hvussu nógv “skermtíð” er ok fyri barnið?

Ikki nógv, er tað einkla svarið.

Børn undir 2-ára aldur skula helst ikki hava nakra skermtíð yvirhøvur.

Børn millum 2 og 5 ár eiga helst ikki at hava meira enn 1 tíma, og børn millum 5 og 18 ár eiga helst ikki at hava meira enn 2 tímar av skermtíð dagliga.

Tað er nógv ymiskt virksemi, sum er sera týdningarmikið fyri menningina hjá einstaka barninum. Hetta inniber likamligt spæl ella rørslur, skapandi og ímyndað spæl, stuttligar og verkligar venjingar og alt tað, sum inniber samband og samveru við onnur menniskju.

Børn og tannáringar, sum tíðliga í barnaárunum hava ment heilsugóðar vanar í mun til skermtíð, hava lættari við at velja heilsugott, tá tey seinni í lívinum skula velja, hvat tey vilja brúka sína frítíð til.


Tú kanst hjálpa við at:

- seta vegleiðandi mørk fyri “skermtíð”, við atlitið til aldurin hjá barninum

- leiða barnið, við at vera ein góð fyrimynd, hetta við at avmarkað tína egnu “skermtíð”

- bjóða aðrar møguleikar. At syrgja fyri, at barnið fær bjóða fleiri møguleikar fyri virksemi og aðrar mátar at undirhalda og stimbra títt barn, so tað ikki hyggur ov leingi at einum skermi

- vera kræsin um tað, sum títt yngra barn hyggur eftir ella spælir á telduni ella teldlinum, umframt at hava áhuga og fylgja við í tí, sum títt eldra barn ger, tá tað er online

- hava sjónvarp og teldur í felagsrúmum fyri familjuna, og ikki í sovikamarinum hjá børnunum

- hava sjónvarpið sløkt um morgunin, áðrenn tit fara av húsum, umframt tá máltíðirnar eru


Tað er týdningarmikið at hugsa um, at tíðin sum verður brúkt til "skermin" er tíð, sum verður tikin frá øðrum virksemi, sum kann vera sera virðismikið fyri heilsu og menning hjá barninum og tí unga.


Raising Children Network: How much screentime for children

Kids and media: Hvad er passende skærmtid

Dátueftirlitið



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300