30-11-2009

Gigni tørvar 15 nýggjar heilsufrøðingar fram til 2015

Sambært frágreiðing, gjørd av spf. Damco á várið 2009 fer Gigni (fyrrverandi Barnatænastan) at tørva umleið 15 nýggjar heilsufrøðingar fram til 2015.

Frágreiðingin, sum umfatar starvsfólkatørvin í Nærverkinum, umfatar eisini starvsfólkatørvin í Gigni vegna tað, at Gigni (sum tá kallaðist Barnatænastan) fram til 1. januar 2009 var ein deild undir Nærverkinum. Í dag er Gigni sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum.

Í kanningin stendur millum annað undir punkt 5.3:

Fleiri ymisk viðurskifti bera í sær, at Barnatænastuni eisini fer at tørva fleiri starvsfólk. Fyrst og fremst er nýggj løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung sett í gildi. Hendan lógin og kunngerðin frá november 2007 áleggja Barnatænastuni fleiri og nýggjar uppgávur.

Tær eru

- Serlig átøk til foreldur/børn við serligum tørvi

- Ráðgeving til fakfólk á stovnum og í skúlum viðv. sálarligari, sosialari og likamligari heilsu og trivnaði

- Eftirlit við heilsu- og trivnaðarviðurskiftum á stovnum og skúlum. (Hetta eru stórar uppgávur, tí tilsamans eru umleið 85 stovnar og 63 skúlar)

- Nýggj barnaverndarlóg, sum setir stór krøv til Barnatænastuna viðv. skikkaðari málsviðgerð í sambandi við barnaverndarmál, har tey tyngru málini gerast alsamt fleiri

Økta og nýggja tænastan til stovnar og skúlar verður mett at krevja seks nýggj størv (trý til stovnarnar og trý til skúlarnar). Økt krøv til málsviðgerð verður mett at krevja tvey størv. Í 2. kapitli sóu vit, at seks heilsufrøðingar fara frá fyri aldur. (Landafrøðiliga er tørvurin á hesi tænastuni tann øvugti av tørvinum í Heimatænastuni. Tørvurin er størstur í miðstaðarøkinum, har flestar barnafamiljur búgva og búseta seg).

Barnatænastuni tørvar sostatt átta nýggj størv afturat til tess at røkja nýggjar uppgávur og seks nýggj starvsfólk vegna frágongd fyri aldur. Tænastuni tørvar tískil umleið 15 nýggj starvsfólk afturat í 2015.

Stavsfólkatørvur í 2015




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300