18-06-2018

Vel tað besta - familjuna

Vel tað besta-familjuna!

At verða foreldur og fáa børn er ein natúrligur partur av lívinum hjá teimum flestu. Tað eigur eisini at vera natúrligt og ektað. Tú lærir at vera foreldur við at verða tað. Børnini eru okkara lærumeistarar. Øll foreldur ynskja tað besta fyri síni børn og vilja verða so góð foreldur sum gjørligt. Tað er tann treytaleysi kærleikin til barnið, sum ger, at vit halda á at uppala børnini, hóast tað er strævið. Ynskið er, at vit uppala børn okkara til at gerast búgvin, ábyrgdarfull, samvitskufull, umsorganarfull og reiðilig menniskju sum vaksin. Tað er ein stór ábyrgd hjá foreldrum, sum krevur nógvan vísdóm og stórt sjálvsinnlit.
Fyri at megna at geva barninum eitt gott sjálvsvirði, mugu foreldur vísa barninum kærleika, soleiðis at barnið fær kensluna “Eg eri elskað, bara tí at eg eri eg”. Megna foreldur at geva teirra barni hesa grundkensluna, eru vit komin langt. Hetta er ein grundleggjandi kensla, sum ger, at barnið kennir seg hava stórt virði. Hendan kenslan skapar eisini ein treystleika í barninum, sum ger, at barnið megnar at reisa seg aftur, tá tað møtir mótgongd í lívinum.
Raðfesting
TÍÐIN. Tá tú vísur menniskjum, at tú gevur tína tíð, so vísir tú, at tey hava týdning fyri teg. Eg velji teg, tí eg ynski at verða saman við tær. Tað er ikki neyðugt at gera tað stóra, bert vera nærverandi, atkomilig, lurta eftir og merkja eftir hvat rørir seg í tínum barni. At duga væl at lurta uttan bert at hoyra orðini – at lurta uttan orð.
Samskifti
Ósemjur eru ein partur av lívinum. Hvussu vit loysa ósemjurnar, er tað avgerandi. Hvussu ein familja loysir ósemjur, sigur nakað um dygdina í samskiftinum.
Týdningarmikið er, at tað er samsvar ímillum tað, sum mamma og babba siga, og hvussu tey eru. Børn merkja sera væl, hvussu huglagið er. Í tilgongdini at loysa ósemjuna er tað spennandi at verða forvitin eftir, hvat liggur av kenslum og hugsanum aftanfyri tað, sum hin persónurin sigur og ger. Og at vera opin. Vit skulu ikki verða so errin, at vit ikki vilja biðja um umbering, tá vit gera okkurt skeivt, og tá vit særa onnur, eisini okkara børn.
Kærleikin millum foreldrini
Tað eru nógv “odds” ímóti barnafamiljunum í dag, soleiðis sum vit hava innrættað okkum í samfelagnum. Tað er av týdningi at steðga á, tá børnini koma, og gera rættar raðfestingar. Tað besta tú kanst gera fyri títt barn, er at vísa barninum, at mamma og babba elska hvønn annan. Parlagið skal røkjast. Tað skal hjúklast um, eins og ein urtagarður, sum skal røkjast. Tað er nærleikin, romantikkurin og kærleikin, sum ger, at tað verður nakað heilt serligt í parlagnum. Tað krevur tíð og umhugsni. Ansið eftir hvørjum øðrum! Setið tíð av til hvønn annan! Sigið nei til annað, sum eisini kann verða gott, fyri at velja tað besta – familjuna!
Lurta annars eftir heilsufrøðinginum um avbjóðingina at gerast foreldur


http://kvf.fo/gmf?sid=81584



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300