05-02-2014

Smyrsl og anditsmáling

Føstulávint er fyri framman og vanligt er tá, eins og til onnur høvi, at børn ofta verða smurd vid smyrsli og andlitsmáling. Flestu børnini halda tað vera sera stuttligt, men tað er sera týdningarmikið sum vaksin at vera árvakin og ansað eftir, hvat børnini verða smurd við.

Góð ráð frá Umhvørvisstovuni um smyrsl og andlitsmáling

- Keyp andlitsmáling, sum er CE-merkt. CE-merkið er trygd frá framleiðaranum fyri, at vøran livir upp til heilsu- og trygdarkrøv, sum eru galdandi fyri leiku.

- Keyp ongantíð andlitsmáling, har ongin nýtsluvegleiðing fylgir við.

- Nýt ikki smyrsl við anga. Angi er ikki neyðugur og kann elva til ovurviðkvæmi. Tá angi er í eini vøru, stendur ofta “parfuma” ella “aroma” á vørulýsingini.

- Smyr vætukrem á andlitið áðrenn andlitsmálingin verður løgd á.

- Vaska andlitsmálingina væl og virðiliga burtur aftan á brúk. Brúka vatn og sápu til at taka burtur vatngrundað smyrsl og reinsikrem til at taka burtur feittgrundað smyrsl

Tú kanst lesa meira á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni www.us.fo

Børnini, og vit øll, eru hvønn dag útsett fyri ymiskum kemiskum evnum í okkara gerandislívi. Tískil er tað altíð gott og ikki bert í samband við føstulávint, at hava eitt vakið eyga og seta seg inn í, hvørji evni ein eigur at ansa sær fyri, tá talan er um børn.

Í faldaranum Børn og kemisk evni kanst tú lesa meira um ymisk innihaldsevnir og hvussu vørurnar eiga at vera merktar.

Faldari: Børn og kemisk evni


Link til umhvørvisstovuna um føstulávintssmyrsl

Kemisk evni og tú - Børn og barnakonur:



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300