14-12-2009

Gigni - heilsufrøði til børn & ung søkir eftir varaleiðara

Gigni – heilsufrøði til børn & ung søkir eftir varaleiðara. Starvið verður at seta 15. januar 2010.

Gigni er sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum. Gigni veitir heilsufrøði til børn, ung og familjur, skift á umleið 5000 smábørn, umelið 700 nýfødd børn árliga og 7000 skúlabørn á 60 skúlar.

Gigni veitir ráðgeving til starvsfólk á stovnum fyri børn og ung og allar skúlar í føroyum. Umframt hetta áliggur tað Gigni at hava eftirlit viðvíkjandi heilsu- og trivnaðarviðurskiftum á stovnum og skúlum.

Gigni arbeiðir sambært lóg “Fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung” og sambært tilráðingar frá Danska Heilsustýrinum.

Vit kunnu bjóða:
Sjálvstøðugt og spennandi arbeiði.
Góður møguleiki fyri fakligari menning og víðariútbúgving.
Luttøku í viðkomandi arbeiðsbólkum her og í Norðurlendskum høpi.
Møguleika til at menna og mynda heilsu- og trivnaðarviðurskifti hjá børnum og ungum í Føroyum.

Útbúgving:
Útbúgving sum heilsufrøðingur.
Viðkomandi leiðsluroyndir, umframt royndir frá heilsufremjandi arbeiði á barna-/familjuøkinum.
Viðkomandi diplom ella kandidatútbúgving
Góðan kunnleika til KT.

Persónligir eginleikar:
Framsíggin og arbeiðir strategist mót settum málum
Kunna ganga á odda, arbeiða sjálvstøðugt og duga væl at fyrisita/leiða
Viðurkennandi leiðsluhátt
Góð samstarvsevnir

Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn:
Umsókn skal sendast til:
Gigni – heilsufrøði til børn & ung
Niels Finsensgøta 37
Postboks 132
FO-110 Tórshavn

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 11. januar 2010.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Gigni, tlf. 562300 eftir 4. januar 2010.

Gigni er stovnur undir Heilsumálaráðnum, ið veitir heilsufrøði til børn og ung, skift á familjur, stovnar og skúlar í Føroyum. Gigni hevur eftirlit við heilsu- og trivnaðarviðurskifti á øllum stovnum og skúlum í Føroyum. Arbeiðið hjá heilsufrøðingunum í Gigni er m.a. at eygleiða og kanna barnið, at ráðgeva og vegleiða foreldrum viðvíkjandi barnsins sálarligu, sosialu og likamligu menning, foreldraleikluti og tilknýti. Á skúlunum er arbeiðið, umframt hetta, at geva regluligar funktiónskanningar, samtala við børn og ung, hetta bæði persónligar, bólkasamrøður og undirvísing.




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300