05-07-2010

Lítla barnið og summarhitin

Nú summarið er, hóast vit kanska ikki hava tann mesta hitan enn í Føroyum, so er týdningarmikið at hugsa um, hvussu vit lata okkara smáu børn í. Hetta er eisini sera gott at hava í huga, um ein fer til heitari lond við smáum børnum.

Tað lítla barnið er ikki sjálvt ført fyri at lata seg í og úr um tað er kalt ella heitt, og harumframt vita vit, at børn upp til 2 – 3 ár, ikki sjálvi merkja um tey eru heit ella køld. Tað er tí tann vaksni ið virkar sum termostaturin hjá lítla barninum.


Hvussu kanst tú vita um barnið er ov heitt ella ov kalt?
Um tú følir við hondini um nakkan ella frammanfyri á bróstinum hjá barninum, beint undir klæðunum, ber til at vita um barnið er passaliga heitt, ov heitt ella ov kalt.
Um húðin følist ordiliga heit og møguliga sveittut, er barnið ov heitt. Tá er týdningarmikið at barnið ikki er so væl balla í dýnu ella teppi og at barnið verður latið úr uttastu klæðunum. Um húðin hinvegin er køld, skal barnið latast betri í og møguliga ballast betri.
Um barnið er ov heitt, er eisini gott at flyta barnið í skuggan ella har tað er kaldari.
Hjá nýfødda barninum er vanligt, at hendur og føtur kennast kaldar og kunna enntá vera bláligar, sjálvt um barnið er nóg heitt um kroppin. Hetta kemst av, at blóðrenslið hjá nýfødda barninum er óbúgvið fyrstu tíðina. Um barnið er heitt og turt um kroppin, men kalt um hendur og føtur, skal barnið ikki latast heitari í av tí grund.


Klæðir í fleiri løgum
Um barnið er í fleiri løgum av klæðum er lætt, at lata barnið úr eftir hitanum. Um tað er sera heitt, kann tað vera nokk hjá barninum bert at vera í blæu og undirtroyggju/buli. Síðan kann tað vera í einari blusu og buksum úr bummull og eina ulltroyggju uttaná. Barnið letur nógvan hita frá sær gjøgnum høvdið, og tí er gott at hugsa um húgvu, antin hon er úr bummull ella ull. Eisini er gott at hava fleiri løg av klæðum hjá sær, so tað er lætt at lata barnið í um tað gerst kaldari.


Hvar skal barnavognurin standa?
Barnavognarnir, sum eru á marknaðinum í dag, eru ofta sera væl bjálvaðir og eru tí tættir og heitir hjá barninum at vera í. Hetta ger tó eisini, at tað inni í vogninum gerst sera heitt, tá tað er heitt uttanfyri, og serliga, um sólin stendur á vognin.
Set tí, so vítt tað er gjørligt, vognin í skuggan. Serliga um barnið liggur leingi í vogninum og svevur.


Regnslag ella ikki?
Regnslagið kann vera hent at brúka tá tað regnar, men tað er sera týdningarmikið, at regnslagið bert verður brúkt meðan tað regnar og als ikki annars.
Regnslagið ger, at vognurin verður ”pakkaður” inn í plastikk líknandi tilfar. Hetta hevur við sær, at tað lætt verður fuktigt, ella ”kondensar”, inni í vogninum. Umframt ringa inniluft fyri lítla barnið, viðførir regnslagið eisini góð gróðrarlíkindi fyri soppavøkstri í vogninum.
Tað er tí sera týdningarmikið, at regnslagið bert verður koyrt á vognin tá tað ordiliga regnar, og verður tikið av aftur vogninum so skjótt tað er liðugt at regna. Flestu vognar tola væl eitt sindur av sirmi ella nakrar dropar av regni, og tí er ikki neyðugt altíð at nýta regnslag.


Minka um sólina frá 12 – 15

Passende temperatur i det varme vejr

Tørstige børn i sommervarmen – sluk tørsten



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300