28-06-2010

Børn elska sandkassan ...

... MEN SANDKASSIN ER IKKI HEILT VANDALEYSUR!

Allarflestu børn elska sand og at spæla í sandkassanum.
Sandkassin er ein góð og mennandi rørslu og sansalig avbjóðing fyri lítla barni.
Í sandkassanum kunnu lítlu børnini sita í langar løtur og spæla sær við sandin, merkja hann renna millum fingrarnar, byggja slott, grava, skumpa, gera sandkøkur v.m

Tað er ikki heilt vandaleyst hjá smáu børnunum at spæla í sandkassanum.
Hetta tí, at tað eru onnur enn smáu børnini, sum elska sandkassan.
Hetta eru dýr sum hundar, kettur og fuglar.

Hundum og kettum dáma eisini væl at grava í sandkassanum og í samband við at hesi grava, lata tey ofta ekskrementir eftir seg, also í sandkassan. Síðan skava tey flestu eitt sindur av sandi útyvir, so ekskrementini ikki eru so sjónlig.

Ekskrementir frá hundum og kettum innihalda eina ørgrynnu av sjúkuelvandi bakterium og møguleiki er eisini fyri, at hesi innihalda ymisk sløg av parasittum, so sum spolormar v.m ið børnini kunnu verða smittaði av.

Um matrestir verða liggjandi í sandkassanum, tiltrekkja hesar eisini hundar, kettur, fugl og rottur.
Tað eru serstakliga ekskrementini frá hesum djórum, sum kunnu verða ein vandamikil smittukelda hjá børnum.

Tí er skilagott, um foreldur og starvsfólk á stovnum javnan eftirhyggja sandkassan fyri møgulig ekskrementir, møguligar matrestir og eisini annað vandamikið ið kann goyma seg í sandkassanum. Hetta kann tildømis vera sproytir og kanylir.

Vanlig sjúkueðkenni hjá børnum, sum verða smitta av virus, bakterium ella fáa parasittar frá sandkassanum kunnu vera febur, leyst lív (diarré), magapína og spýggja.

Vandin fyri smittu, verður sjálvsagt minni, so hvørt børnini veksa til.
Tað eru serstakliga børn í aldrinum frá umleið 7 mðr. til 3½ ár, ið eru í størst vanda fyri smittu úr sandkassanum. Barnið í hesum aldrinum lærir seg m.a. munn- og hondkoordinatión, sum liður í motorisku menningini. Hetta merkir, at barnið millum annað við at koyra ”alt” í munnin nemur sær lívsroyndir viðvíkjandi húðnemi, smakki, munn- og hondkoordinatión v.m.
Børn í hesum aldri stappa alt í munnin, so sum fingrar, sand, mold og annað tey finna í sandkassanum. Hetta er ein jaligur, og eisini ein nátturligur partur, av sansaligu tilgongdini hjá lítla barninum. Men tað er júst hetta, at børn í hesum aldri stappa alt í munnin, sum ger, at vandin fyri smittu frá ekskrementum frá hundum og kettum er tilstaðar.

Sandkassin er góður og børn elska at spæla í sandkassanum!

Men tað er týdningarmikið, at foreldur og starvsfólk á stovnum hugsa fyribyrgjandi og heilsufremjandi, hetta fyri, at børnini framhaldandi kunnu njóta at spæla í sandkassanum, samstundis sum minka verður um smittuvandan í sandkassanum.

Tilmæli:

1. Legg lok á sandkassan og lat lokið liggja á, tá sandkassin ikki verður brúktur av børnunum. Hetta minkar um vandan, serstakliga fyri at hundar og kettir ikki skula eftirlata ekstrementir í sandkassan.

2. Reinsa sandkassan javnan fyri djóraekstrementir.

3. Reinsa sandkassan fyri møguligar matrestir.

4. Var varug við um til dømis hvassir lutir eru í sandkassanum.

5. Skift sandin í sandkassanum út, minst eina ferð um ári.

6. Tryggja at tilfari sandkassin er gjørdur úr er góðkent tilfar og ikki tilfar ið inniheldur vandamilkil kemisk evnir.


Keldur:
Per Vagn Hansen, Sundhed Miljø og Hygiejne i pædagogisk arbejde, 2005, Munksgaard

Sundhedsstyrelsen, Hygiejne i Daginstitutioner – anbefalinger om forebyggelse og sundhedsfremme for børn inden for hygiejne, miljø og sikkerhed, 2009




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300