03-04-2014

Spritta eggini av, áðrenn tit blása tey

Páskini nærkast, og nógv børn og vaksin fara sum vant at blása og mála egg. Verða vanlig egg nýtt, kann vandi vera fyri smittu við salmonella.

Nógv børn gleða seg til hugnaliga páskasiðin, at rulla egg úti í náttúruni saman við foreldrum og vinum. Hetta er eisini eitt sera frálíkt høvi hjá foreldrum, at stuttleika sær saman við børnunum.

Somuleiðis er vanligt hjá fleiri, at blása eggini, fyri síðan at mála tey og nýta tey til pynt á páskum.

Um tit brúka vanlig egg kann vandi verða fyri salmonella smittu. Salmonellan kann vera uttan á skalinum og inni í egginum. Vandin fyri smittu er ikki so stórur, men við at fylgja nøkrum einklum ráðum kanst tú fyribyrgja at tú ella barnið verður smitta við salmonella.

Góð ráð:

• Turka fyrst eggið við vanligum hondspritti, fyri at reinsa yvirflatuna á egginum. Brúka honddesifinerandi spritt 70% at turka við. Tað verður ikki tilmælt at nýta húsarhaldsspritt.

• Prika hol á eggið í báðum endum við einari langari nál ella heklinál, so rennur blomman og hvítin lættari úr egginum.

• Mælt verður frá at seta munnin móti egginum fyri at blása.

• Salmonellabakterian sum møguliga er inni í egginum doyr ikki av at skolda eggini. Hendan doyr bert, um eggið verður kóka.

• Vaska altíð hendurnar aftaná, at tú hevur nortið við egg sum eru rá.


Meira kann lesast her



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300