04-12-2014

PAS-ráðgevi kemur til Føroyar

Í døgunum 16.-18. febr. 2015 verður Lars Røgilds í Føroyum og vil hann, í tí sambandinum, bjóða føroyskum familjum ættleiðingarráðgeving. Í Danmark er hetta eitt tilboð, sum allar familjur sum ættleiða fáa, men í Føroyum finst hetta tilboðið ikki enn.

Talan er um individuella ráðgeving og kostnaðurin er kr. 550,- pr. tíma.

Hevur onkur spurningar hesum viðvíkjandi ella ynskir tíð til ráðgeving, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg á telduposti: leilao@gigni.fo ella á tlf. 562392.

Eisini ber til at seta seg beinleiðis í samband við Lars Røgilds, sí hjálagda pdf-skjal.

Lars Røgilds hevur síðan 2000 arbeitt við ættleiðing í Danmark. Fyrst á fyrireikingarskeiðunum og síðan 2007 sum PAS ráðgevi. Hann hevur fyrr í ár verið í Føroyum og hildið skeið hjá Synergi um ættleiðing.

Meiri kunning um Lars Røgilds




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300