13-07-2017

Børn og festivalar!

Summar, tónleikur og festivalar er tað, sum eyðkennir okkara oyggjar hesa tíðina á árinum. Tað eru nógv, sum minnast aftur á festivalar við góðum minnum, góðum felagsskapi og kanska eisini fyrsta kossinum. Fyri nøkur eru festivalar ein farin tíð, tá børn koma í familjuna, meðan onnur ikki síggja nakran trupulleika við at samantvinna hesi bæði.

Ansa eftir hoyrnini
Tað eru fleiri festivalar ígjøgnum summarið, onkrir betri egnaðir til tey smáu enn aðrir. Men óansæð, mugu vit vaksnu taka atlit til børnini, sum eru tilstaðar. Hoyrnin hjá børnunum er ógvuliga kenslusom, so tað er neyðugt at brúka hoyrivernd.

Børn og vaksin uppliva ting ymiskt
Um foreldur velja at taka børnini við á festival, mugu tey hugsa um, at tað, sum vaksin halda verða bæði stuttligt og hugnaligt, kann tykjast bæði ógvusligt og ræðandi fyri smá børn. Ógvusligt ljóð, rúsað fólk og vaksin, sum ikki eru før fyri at taka atlit til børnini, kann vera ein avbjóðing fyri børn á einum festivali.

Um vit taka neyðug atlit, kann festivalurin verða hugnaligur fyri bæði børn og vaksin. Men so er eisini neyðugt, at man hugsar fyrst um børnini áðrenn seg sjálvan. Og tað kann eisini vera, at tað er betri fyri øll, at børnini verða ansað t.d. hjá ommuni og abbanum.




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300