13-11-2010

Smærri børn og kuldi

Veturin er komin, og við honum eisini tað kalda veðrið. Tá tað gerst kalt og frostkent ella kavi, eru foreldur og stovnar ofta í iva um, hvussu tey skulu fyrihalda seg, t.d. tá lítla barnið verður lagt út at sova.

Tað er ringt at seta nakrar neyvar reglar fyri nær børn kunna fara út í vogn. Men vit vita at lítil børn eru ógvuliga viðkvom yvir fyri kulda.

Lítil børn skulu helst ikki leggjast út at sova tá tað er kaldari enn minus 10 gradir, og her í Føroyum skulu vit vera sera varin, tí ofta er tað vindur og kuldi samstundis.

Barnið skal vera sunt og frískt.

Børn sum eru ov tíðliga fødd, hava astma bronchitis, afturvendandi millumoyrabruna og hjartasjúku skulu helst ikki sova úti í nógvun kulda.

Barnið skal vera ílatið eftir umstøðunum og í klæðum sum halda uppá varman, gott er við ullintum klæðum inn á kroppin. Húgvu og vøttir og drakt ella posa og ballast væl. Blæan má skiftast áðrenn barnið fer út.

Vognurin skal setast í lívd fyri vindi, regni og kava.

Vognurin skal vera vind- og vatntættur og botnurin skal vera bjálvaður

Hygg ofta til barnið og lat tað ikki liggja ov leingi úti og sova, helst ikki meira enn 2 tímar.


Tað danska heilsustýrið hevur gjørt ein faldara um lítil børn og kulda

Og blaðið sundhedsplejersken hevur eisini grein um lítil børn og frostveður



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300