09-02-2010

Børnini ynskja at verða sminkaði, men hvat er gott at hugsa um?

Nógv hevur verið tosa og skriva um sminku til børn seinastu dagarnar. Føstulávint er fyri framman og vanligt er, at børnini verða sminkaði á alskyns hættir. Flestu børnini halda tað vera sera stuttligt, men sum vaksin vita vit, at í nógvum sminkum eru evnir, ið kunnu elva til ovurviðkvæmi. Tí er gott at vera árvakin og ansað eftir, hvat sminkurnar innihalda.

Á heimasíðu sínari www.us.fo hevur Umhvørvisstovan 8 góð ráð í mun til føstulávint:

1. Keypið CE-merkta sminku og tilfar til ítriv

2. Veljið vørur uttan anga

3. Veljið vørur uttan propyl- og butylparabenir til børn yngri enn 2 ár.

4. Smyr eitt tjúkt lag av feitum svanamerktum andlitskremi sum undirlag áðrenn sminkan verður løgd á

5. Ansa eftir at fáa alt burtur tá sminkan verður vaskað av aftur

6. Brúka svanamerkt lím. Har mugu ikki vera ftalat og klorerað loysingarevni í

7. Vaska hendurnar á børnum væl um tey hava verið við til at mála og líma

8. Keypið ikki ítrivsvørur, so sum glimmur, máling ella lím, um tað er vandamerkt

Børnini, og vit øll, eru hvønn dag útsett fyri ymiskum kemiskum evnum í okkara gerandislívi. Tískil er tað altíð gott og ikki bert í samband við føstulávint, at hava eitt vakið eyga og seta seg inn í, hvørji evni ein eigur at ansa sær fyri, tá talan er um børn.

Umhvørvisstovan hevur gjørt ein sera góðan faldara, nevndur Børn og kemisk evni. Har kanst tú lesa meira um ymisk innihaldsevnir og hvussu vørurnar eiga at vera merktar.


Eisini ber til at lesa meira á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300