
11-03-2021 Gigni søkir heilsufrøðing Starvið er: 20 tímar fast starv í Skúlanum á Trøðni, í Velbastaðar skúla, í Frískúlanum í Havn og Lítla skúla.
Starvið verður sett frá 1. august 2021, ella eftir nærri avtalu.
Vit kunnu bjóða: • sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi starv • fakligt mennandi umhvørvi • at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum
Førleikakrøv: • útbúgving sum heilsufrøðingur • løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur • góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar o.o. • ábyrgdarfullur og álitisvekjandi • áhugaður fyri fakligari menning
Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við menningartilgongd.
Lønar- og setanartreytir: Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.
Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mánadagin 29. mars 2021 kl. 12.00.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Paulu Mohr, leiðsluskrivara í Gigni, paulam@gigni.fo, 614012 ella Petur Martin Hansen, leiðslufulltrúa í Heilsutrygd, pmh@heilsutrygd.fo, tlf. 614003
|
|