11-05-2011

Tilráðing í samband við royk frá Athenu

Gigni hevur fingið fleiri fyrispuringar frá foreldrum, har tey spyrja um vandan av roykinum frá Athenu.
Eftir at Gigni hevur ráðført seg við Landslæknan, verður boðað frá, at tilráðingin er tann sama til børn sum til vaksin.

Tað vil siga, at mælt verður til at halda seg innandura, og at halda hurðar og vindeygu aftur, tí nógvi roykurin frá eldsbrunanum umborð á Athenu kann verða sera vandamikil.
Gigni heitir á foreldur og starvsfólk á dagstovnum og í dagrøkt, at taka serlig atlit , fyri at verja børnini, tí tey eru sera sárbar. Mælt verður tí til at verja børn, ímóti møguligum avleiðingum av dálkaðu luftini.

Um tú luktar amoniakkroyk, skalt tú vera varin. Tað kann geva trega í andaleiðini, og serliga hjá teimum, ið hava lungasjúkur.




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300