11-02-2010

Bisphenol A í suttufløskum?

Hóast tilrátt er bert at geva barninum bróst í umleið 6 mðr., eru nógv børn, ið fáa mjólk ella vatn í fløsku av og á ella dagliga. Heilsufrøðingar eins og Umhvørvisstovan fáa av og á spurningar frá foreldrum, ið kenna seg ótrygg viðvíkjandi Bisphenol A í suttufløskum.

Bisphenol A er eitt evni, sum finst í nógvum suttufløskum til smábørn. Hóast ein ynskir at verja barn sítt móti evninum, kann tað til tíðir vera ringt at vita, hvat ein skal ansa eftir, tá ein keypir og nýtir suttufløskur til smábørn. Umhvørvisstovan hevur tí gjørt eina vegleiðing til foreldur og fakfólk, sum kann vera góð at hava í huga, viðvíkjandi Bisphenol A í suttufløskum, ið eru ætlaðar til smábørn.


Vegleiðingin kann lesast á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovu Føroya



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300