13-09-2011

Skeið í pinkubarnasvimjing

Skeiðið verður hildið á Toftum, yvir tvey vikuskifti:

Talan er um vikuskiftini leygardagin 1. oktobur og sunnudagin 2. oktobur 2011
og leygardagin 22. oktobur og sunnudagin 23. oktobur 2011.
T.v.s. at vit svimja fýra ferðir tilsamans.

Skeiðið er fyri børn, ið eru millum tríggjar mánaðir og 2 ára gomul.

Skeiði snýr seg um m.a.:
• endamálið við pinkubarnasvimjing
• hví vit svimja við pinkubørnum og børnum
• positiv árin av at svimja
• hvussu svimjing mennir barnið
• samspælið millum barn og foreldur
• sang við rørslum
• lívbjargandi venjingar.

Børn millum tríggjar og 12 mánaðir svimja frá klokkan 14.00 – 14.45.

Børn millum eitt og tvey ár svimja frá klokkan 15.00 – 16.00.

Skeiðið er í svimjihylinum í Tofta skúla, Heygsvegur 28, Toftir

Kostnaðurin er 375 krónur fyri alt skeiðið.

Tekning á www.pinkubarnasvimjing.fo ella telefon 515670.


Vinaliga

Majbritt Mohr, lærari í pinkubarnasvimjing


Les meira her



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300