25-08-2010

Klamydia - kanning

Tíðindaskriv

Í hesum døgum sendir Fólkaheilsuráðið øllum 20 ára gomlum í Føroyum bræv við innbjóðing um at lata seg kanna fyri klamydia smittu. Hetta er ein sokallað heimakanning.

Vit vilja gera vart við, at kynssjúkur framvegis eru til, og hevur talið av teimum, sum eru smittað við klamydia, verið vaksandi. Hesa gongd vilja vit fegin broyta.

Klamydia er ein tann vanligasta kynssjúkan um okkara leiðir. Vit vita ikki, hvussu nógvir føroyingar eru smittaðir við klamydia. Í grannalondunum týða kanningar uppá, at upp ímóti 5. hvør seksuelt aktivur ungur er ella hevur verið smittaður.

Millum 50-75 % vita ikki, at tey hava klamydia, tí hon so sjáldan hevur sjúkueyðkenni við sær.
Klamydia bakterian, Chlamydia trachomatis, er løtt at viðgera, løtt at kanna og løtt at fyribyrgja. Óviðgjørd kann klamydia hava ymiskar bágar við sær og kann gera skaða á nøringarlagið.

Tey 20 ára gomlu fáa kanningarútbúnaðin, sum er ymiskur til menn og kvinnur, í brævinum. Í brævinum liggur nágreinilig frágreiðing um, hvussu tey skulu fara fram. Kvinnurnar nýta ein vaginalan potipinn, og menninir pissa í eitt glas. Hetta verður sent í einum brævbjálva til laboratoriið á Landssjúkrahúsinum. Einar 10-14 dagar seinni er úrslitið at síggja á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum. Væl at merkja ikki undir navni, men undir einum loyninummari, ið bara tann kennir, sum hevur fingið brævið. Heimakanningin ger, at tey sleppa undan at fara til lækna, tó um tað vísir seg, at ein persónur er positivur, t.v.s. hevur tekin til hesa smittu, eigur hann at fara til læknan og fáa eina stutta medisinska viðgerð, sum vanliga er nóg mikið til at grøða hesa ígerð.
Upprunaliga var ætlanin, at vit skuldu bjóða kanningar til fleiri ungdómsárgangir, men peningurin, vit hava at ráða yvir í ár, røkkur til ein árgang. Hinvegin er einki til hindurs fyri, at tey, ið hava minsta illgruna um, at tey kunnu vera smittað, kunnu fara til egnan lækna, sum so skipar fyri hesi kanning. Í sambandi við átaki, fara apotekini at varpa ljós á hítir og heilsufrøðingar fara út á miðnámsskúlar at tosa um kynslív.

Fólkaheilsuráðið fer við hesum at heita á øll um at taka væl undir við átakinum.

Blíðar heilsur
Fólkaheilsuráðið


Les meira um átakið her



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300