10-07-2014

Góð ráð til foreldur

So er summarið her, skúlarnir fáa summarfrí, pisurnar við húgvuni á høvdinum ganga runt á gøtunum og tiltøk eru nærum hvørt vikuskiftið. Hvussu fara tit at brúka summarið? Mangla tit góð hugskot ella góð ráð?

Summartíðin er longu komin við sínum festivalum, stevnum, konsertum og samverum av ymiskum slagi. Nakrar familjur fara uttanlands at ferðast, meðan aðrar ferðast í egnum landi, ella bara njóta at vera heima saman og øll vóna vit at summarið verður gott við góðum veðri.

Nógv samvera, ið kann vera ein góð, gevandi og stuttlig uppliving, men, sum eisini kann gerast ein uppliving við smærri ella størri keðiligum avleiðingum. Tí er umráðandi, at hugsa seg um og ansað væl eftir sær sjálvum og øðrum.

Gigni hevur í hesum sambandi samlað nakrar greinar ið kunnu verða hentar at leita sær ráð og vitan í.


Góð ráð til foreldur - Trýst her



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300