Lúsakríggj 2010
Lúsakríggj 2010

25-01-2010

Lúsakríggj 2010

31. januar 2010 er ásettur at vera almennur lúsakríggjdagur í fleiri Norðurlondum. Í fjør varð skipað fyri lýsakríggjdegi í Føroyum, og eydnaðist tiltakið sera væl. Lýs eru ein stórur trupulleiki hjá nógvum børnum, vaksnum, stovnum og skúlum. Tí eru Gigni – heilsufrøði til børn & ung og Apoteksverk Føroya, aftur í ár farin í eitt samstarv, við tí endamálið at basa lús. Tann 31. januar 2010 verður tí eisini skipað fyri einum landsumfatandi átaki, ið nevnist Lúsakríggj 2010.

Í fjør fingu øll skúlabørn í teimum yngstu flokkunum ein pakka heim við, til at basa lýsnum. Í ár fara øll barnagarðsbørn í Føroyum at fáa ein pakka. Eisini verður varpað ljós á Lúsakríggi á ymiskan hátt.

Fyri at basa lýsnum er neyðugt, at øll børn verða kembað sama dag. Tí heita vit á øll foreldur um at kemba teirra børnum vikuskiftið 31. januar 2010.

Lúsakríggj 2010
Lúsakríggj 2010

LÚSAKRÍGGJ



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300