03-12-2013

Eitt loyndarmál, tú ikki skalt goyma!

Kynsligur ágangur merkir, at ein vaksin ella onkur sum er nøkur ár eldri, brúkar eitt barn ella ungan til, at nøkta sínar egnu kynsligu lystir og tørv.

Hetta er harðskapur móti børnum og er ikki loyvt. Tín kroppur er tín, og tú hevur altíð, altíð, altíð rætt til, at ráða yvir tínum kroppi!

Kynsligur ágangur kann henda einaferð ella nakrar fáar ferðir, men verða afturvendandi yvir fleiri ár. Børn og ung, sum eru útsett fyri kynsligum ágangi kunna føla, at tað uppá onkran máta er teirra egna skyld. Men tað er tað ikki - tað er ongantíð teirra skyld!

Um tann, sum fremur/hevur framt kynsligan ágangin er í tínari egnu familju, er tú sjálvandi bangin fyri, hvat fer at henda við tínari familju, tá tú sigur frá misnýtsluni. Hetta kann eisini verða orsøkin til, at tú ikki torir at siga tað - Men, fyri framtíðina, er tað best fyri teg og tína familju, at tit fáa tosa um kynsliga ágangin, soleiðis at hann kann verða steðgaður.

Tú kanst tildømis siga tað við tín heilsufrøðing, læraran ella onkran, sum tú kennir teg tryggan við. Tann sum tú sigur tað við, fer væntandi til Barnavernd, sum er har sum tú býrt. Síðani fara tey at tosa við teg og hjálpa tær víðari.

Tað týdningarmesta av øllum er, at tú megnar at siga frá við onkran, sum kann hjálpa tær, - og tú skalt vita, at myndugleikarnir hava skyldu til at hjálpa tær!


Les meira um kynsligan ágang her

Les um tekin til kynsligan harðskap



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300