14-01-2010

Reinførið og børn

Danska Heilsustýrið hevur í desember mánaði útgivið eina revideraða vegleiðing viðvíkjandi Reinførið á dagstovnum við heitinum Hygiejne i Daginstitutioner.

Vit vita, at reinførismeginreglar har sum børn og onnur eru samlaði, hava stóran týdning fyri talið av sjúkradøgum. Fleiri kanningar hava víst, at t.d. við at betra hondreinførið, kunnu sjúkradagarnir, við ávísum smittandi sjúkum, minka við 30 – 50 %.

Tær dagligu meginreglarnar viðvíkjandi reinførið hava tí stóran týdning fyri barnið, familjuna og samfelagið sum heild.

Bókin er ein vegleiðing viðvíkjandi fyribyrgjan og heilsufremjan til børn viðvíkjandi reinførið, umhvørvið og trygd, og kann nýtast bæði til barnagarðar, vøggustovur, frítíðarskúlar, døgnstovnar, dagrøktir o.s.fr.


Bókin kann heintast niður her



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300