09-05-2010

Børn og umhvørvið

Nú Umhvørvisvikan er, er hetta eisini eitt gott høvið at seta fokus á hvønn týdning umhvørvið hevur fyri smáu børnini. Eitt reint umhvørvið kann hava stóran týdning fyri heilsuna hjá barninum, ikki bert nú, men eisini tá barnið gerst størri, eins og í vaksnamannalívinum.

Av tí at børn eru meira viðkvom fyri skaðiligum ella óhepnum evnum í umhvørvinum enn vaksin eru, er neyðugt at ansað serliga væl eftir umhvørvinum har barnið er og hvørji evnir barnið kemur í samband við í gerandisdegnum. Hetta fyri at fyribyrgja keðilig árin sum t.d. ovurviðkvæmi. At børnini eru meira viðkvom enn vaksin hevur eisini við sær, at tey t.d. kunnu ávirkast ella kenna árin av nógv minni nøgdum av skaðiligum evnum enn vaksin. Tí er neyðugt við størri ansni og størri krøvum til umhvørvið hjá barninum, enn hjá tí vaksna. Barnið kann heldur ikki sjálvt velja hvussu umhvørvið er. Tí er tað uppgávan hjá foreldrunum og okkum vaksnu at ansað eftir, at umhvørvið hjá barninum er so reint og óskaðiligt sum tað ber til.

Alt sum barnið kemur í samband við í gerandisdegnum inniheldur ymisk kemisk evnir og til tíðir eisini skaðilig evnir. Børnini verða tí altíð útsett fyri kemiskum evnum, eisini skaðiligum. Fyri betur at kunna minka um sambandið við skaðilig evnir er tí neyðugt, at vera tilvitaður um hvørji hesi kunna vera, hvørji árin tey kunna hava og ikki minst, hvussu og hvat ein eigur at ansað eftir.

Faldarin ”Børn og kemisk evnir” frá Umhvørvisstovuni er ein lættlesiligur faldari, har tú kann finna upplýsingar og ráð um kemisk evnir og børn.

Á heimasíðuleinkjunum niðanfyri ber eisini til at lesa meir um børn og kemisk evnir og hvat ein eigur at ansað serliga eftir.

www.miljoeogsundhed.dk

http://www.babykemi.dk

"Børn og kemisk evnir" frá Umhvørvisstovuni



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300