15-05-2014

Mál og Avrik 2014

Gigni hevur undirskrivað mál- og avrikssáttmála við Heilsumálaráðið. Mál og avrikssáttmálin lýsir mál, ábyrgdir, virksiøkið og virksemið hjá Gigni í 2014.

Ein av fremstu raðfestingunum hjá Gigni er framhaldandi at menna Gigni sum ein vælvirkandi og brúkaravinarligan stovn, hvørs virksemi er grundað á løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuheilsutænastur til børn og ung og leiðreglur frá Sundhedsstyrelsen.

Onnur mál fyri 2014 eru m.a.:

Fosturtøkuráðgeving: Politisk avgerð er tikin um at seta á stovn eina almenna Fosturtøkuráðgeving til kvinnur, sum umhugsa fosturtøku. Ætlanin er, at Fosturtøkuráðgevingin skal verða skipað sum ein integreraður partur av tænastunum frá Gigni. Málið fyri 2014 er, at Gigni fyrireikar og stovnsetur eina atkomuliga og kvalitetstryggjaða ráðgeving til kvinnur, ið umhugsa fosturtøku, at tryggja, at ráðgevandi heilsufrøðingar hava neyðugar fyritreytir fyri at veita eina fakliga vælgrundaða ráðgeving, umframt at savna inn hagtøl í mun til forsturtøkuráðgeving.

Bólkatilboð til foreldur at børnum við sertørvi: Foreldur at børnum við serligum avbjóðingum, t.d. likamligum og sálarligum brekum, umframt menningartarni, hava leingi saknað eitt tilboð, sum er meira viðkomandi fyri málbólkin. Gigni hevur saman við Almannaverkinum avgjørt, sum eina roynd, at bjóða áhugaðum foreldrum at børnum við serligum avbjóðingum eitt bólkatilboð, sum er sett saman júst til hendan málbólkin.
Í fyrsta umfari verður tilboðið til foreldur at børnum frá 0-4 ár. Málið er at byrja fyrsta bólkin í septembur.

Mál- og avrikssáttmálin 2014




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300