15-03-2012

Hvussu hevur tú tað? - Um barnsburðartunglyndið

Tunglyndi í samband við barnsburð, kann vísa seg á ymiskan hátt. Tekin til barnsburðartunglyndi kann t.d. vera ógleði, niðursett orka og møði.

Tekin til barnsburðartunglyndi kunnu vísa seg í viðgongutíðini, aftaná føðing og fyrsta liviárið hjá barninum.

Meira enn helvtin av øllum mammum kunnu aftaná ein barnsburð kenna seg keddar, óglaðar, at hava innara ófrið, og til tíðir eisini kenna beinleiðis angist. Hendan kenslan kann vara alt frá nøkrum tímum til nakrar fáar dagar, og er sostatt rættiliga vanlig og ein normal reaktión hjá einari nýggjari mammu.

Umframt hesa kensluna vísa kanningar, at umleið 10% av øllum mammum fáa barnsburðartunglyndi í samband við, at tær fáa eitt barn. Eitt sum eyðkennir hesar mammur er, at tær ofta líða í stilli og uttan at gera so nógv um seg. Hetta ger, at barnsburðartunglyndi ikki altíð verður so sjónligt, og mammurnar fáa tí ofta ikki ta hjálp, sum teimum tørva.

Pápin og møguliga onnur avvarðandi, sum eru nær við mammuna, hava ofta ringt við at skilja hvat tað er, sum hendir við mammuni. Tí er sera týdningarmikið, at tað ikki bert er mamman sum fær hjálp, men eisini pápin og tey sum møguliga eru nær hjá mammuni.

Ja, mannfólk kunnu eisini fáa tunglyndi í samband við, at teir gerast pápar. Hetta kann vera alt frá kensluni av ógleði til rættiligt tunglyndi. Tað er vert at hugsa um, at barnsburðartunglyndi hjá manninum ikki altíð vísir seg á sama hátt sum hjá kvinnuni.

Tað er ikki staðfest ein serstøk orsøk til, at nakrar mammur og/ella pápar fáa tunglyndið, men tað at fáa eitt barn er ein nýggj støða fyri øll foreldur, sum til tíðir kann kennast meira ella minni avbjóðandi.

Tað er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at tað ber til at gera nakað við barnsburðartunglyndið, og at barnsburðartunglyndið gongur yvir. Tað er tó stórur munur á, hjá tí einkulta, hvussu long tíð gongur til barnsburðartunglyndið ikki er meira. Hetta er sera nógv tengt at, hvussu ringt tunglyndið er og hvørja hjálp tú fært.

Tað ber altíð til at tosa við heilsufrøðingin um hvussu tú hevur tað og hvussu tú upplivir støðuna. Hetta kanst tú gera tá heilsufrøðingurin kemur at vitja teg/tykkum og barnið, men tað ber eisini altíð til, at seta seg í samband við Gigni umframt tín egna heilsufrøðing, um tú hevur tørv á einari eyka samrøðu og/ella vitjan, eisini um hetta er áðrenn barnsburð, ella tá barnið er vorðið eldri enn 1 ár.

Um tú ikki sjálv megnar at seta teg í samband við heilsufrøðingin, fá so makan ella onkran annan at hjálpa tær!

Faldari: Barnsburðartunglyndið


Les meira her



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300