13-10-2010

Klamydiaátakið 2010

Klamydiaátakið sum Malan Egholm, Master of Public Health, frá Fólkaheilsuráðnum skipaði fyri er nú av, og eftirmett. Í samband við átakið hevur Gigni havt eitt sera gott samstarv við fyriskiparan av átakinum.

Síðst í august vóru brøv við kanningartilfarið og kunningarskrivi sent til 1097 20 ára gomul, og av hesum hava 383 tikið av, at lata seg kanna. Tølini vísa, at av teimum 383 vóru 27 positiv fyri klamydia.

Síðani 1997 hevur verið kannað fyri klamydia í Føroyum, og um hugt verður eftir teimum seinastu 10 árununum, er talið av kanningum 3 faldað og talið av tilburðum 7 faldað.
Klamydia er tann vanligasta kynssjúkan um okkara leiðir. Hvussu vanlig, smittan er hjá okkum, vita vit ikki, men í grannalondunum verður mett, at upp ímóti fimti hvør seksuelt aktivur ungdómur hevur verið smittaður við klamydia. Fjórði hvør, sum er smittaður, veit ikki av tí, tí tey kenna onki á sær. Ígerðin kann vera í eitt ár og kann fara burtur av sær sjálvum. Í hesum tíðarskeiði kunnu tó fylgjur koma, umframt at smittan kann verða førd víðari til onnur við kynsligum sambandi. Fylgjurnar av ígerðini kunnu m.a. vera undirlívsbruni, sum í ringasta føri kann føra til trupulleikar at gerast við barn. Menn kunnu m.a. fáa bruna í steinarnar.

Eftirfylgjandi av Klamydiaátakinum, fer Gigni, umframt tað vanligu ráðgevingina og undirvísingina í fólkaskúlanum um kynsliga heilsu, at varpa ljós á evnið. Hetta verður t.d. gjørt, við at tveir heilsufrøðingar fara at bjóða seg fram til, at vitja á øllum miðnámsskúlunum og teknisku skúlunum í Føroyum.

Í frágreiðingini ið er gjørd í samband við eftirmetingina av átakinum stendur millum annað:

”Umráðandi er áhaldandi at leggja dent á kvalifiseraða dagførda upplýsing. Í løtuni eru heilsufrøðingar ikki knýttir at miðnámsskúlunum, soleiðis sum tað er í grannalondunum. T.d. átti ein heilsucafé at verið á miðnámsskúlum og tekniskum skúlum, so at hesin aldursbólkur eisini hevði ein møguleika at søkja sær ráð og vegleiðing, serliga tá hugsað verður um, at júst í hesum árunum byrja tey uppá kynslívið.”

Eisini er eitt hugskot í frágreiðingini, at Gigni kundu havt kanningartilfarið liggjandi úti á skúlunum, sum síðan kundi verið útflýggja við persónligari ráðgeving til tey ungu, ið harvið møguliga lættari høvdu latið seg kanna.

Frágreiðing frá Klamydiaátakinum 2010


Nærri frágreiðing um kanningina er at finna á www.folkaheilsa.fo



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300