
01-05-2016 Nýggjar rørslutilráðingar At hoppa, spæla og rokast so nógv sum gjørligt fremur menning. Smábørn røra seg av sær sjálvum, bara møguleikarnir eru til tað. Hetta krevur, at vit vaksnu, tað verið seg foreldur, námsfrøðingar og onnur sum vara av børnunum í gerandisdegnum, skapa umstøður og geva barninum møguleikar til at gera tað, sum barnið nátúrliga tekur stig til – at røra seg!
Danska Sundhedsstyrelsen kunngjørdi í fyrr í ár nýggjar tilráðingar í mun til rørslu hjá børnum í aldrinum 0-4 ár.
Yvirskipað er tilráðingin tann, at vit skapa møguleikar til, at smábørn kunna røra seg so nógv sum møguligt. Rørsla er so nógv, og tað týdningarmesta er, at endamálið er samvera og spæl. Nýggjar rørslutilráðingar

Les meira her - Fá íblástur til spøl og rørslu
|
|