21-06-2012

Nýggj føroysk BMI kanning

Kanningar í grannalondum okkara og í flestu londum í vesturheiminum vísa, at alsamt størri partur av fólkinum vigar ov nógv og hava trupulleikar við ovurfiti. Hesin trupulleiki rakar eisini børn og ung.

Kanningar vísa, at børn, sum hava ment eitt ov høgt BMI, verða ofta avmarkað í rørslu, spæli og ítrótti, umframt at vera í vanda fyri at menna lívsstílssjúkur, lágt sjálvsvirði, sosiala avbyrging v.m.

Á økjum, sum viðvíkja heilsustøðuni hjá føroyskum børnum og ungum, har ongi granskingarúrslit fyriliggja, verður støðið aloftast grundað á gransking frá hinum norðurlendsku londunum. Gigni og Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning almannakunngera nú eina kanning av føroyskum skúlabørnum, sum lýsir heilsustøðuna hjá teimum í mun til BMI og rørslur.

Allar kanningarnar eru gjørdar av heilsufrøðingum í Gigni og umfata allar skúlar í Føroyum, skúlaárini 2004/2005 og 2010/2011. Frágreiðingin er tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum, og er gjørd í samstarvi millum Gigni og Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning.

Arbeiðsrit - BMI hjá børnum í 1. og 7. flokki í Føroyum


Les meira her



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300