17-12-2012

Tíni, míni og okkara børn

Hvar skulu vit halda jól í ár, og hvørjum skulu vit vera saman við? Hetta er ein spurningur ið nógv kanska spyrja í hesum døgum. At halda jól, er ofta tengt at nógvum føstum ”traditiónum”, og avbjóðingin í einari familju er ofta at samansjóða allar tær ymisku ”traditiónirnar” vit eru uppvaksin við, eins og ynskinum um eini hugnalig jól, saman við teimum ein ynskir at vera saman við.

Ein serlig avbjóðing kann vera í teimum familjunum, har annar ella kanska bæði eiga børn við øðrum manni ella kvinnu. Nøkur børn uppliva, at halda jólaaftan fleiri ferðir, t.d. 23. saman við mammuni og 24. saman við pápanum. Men hvussu ávirkar hetta jólini hjá barninum? Dámar børnunum at halda jól fleiri ferðir? Ger tað jólini minni spennandi? Er tað tørvurin hjá tí vaksna at halda jól saman við barninum, ella er tað tørvurin hjá barninum? Kunnu tey vaksnu leggja sítt til síðis og halda jól saman við barninum, hóast tey annars ikki ynskja at vera saman við hvørjum øðrum? Hóast ymisk jól, so er vert at hugsa um, hvør tørvurin hjá barninum er og hvussu hetta ávirkar børnini.

Er tú ein av teimum sum skalt taka støðu til hesa avbjóðingina, ber til at finna góð ráð og hugskot í greininum undir myndini:


Når din forelskelse ikki omfatter stedbørn

Når din kæreste allerede har et barn

Fars kæreste, mors kæreste



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300