29-09-2009

SI - kanning av øllum 1. floks børnum

Dagarnar 24. og 25. september vóru heilsufrøðingarnir á skeiði hjá Tóru Tóroddsdóttir, viðvíkjandi rørslu- og sansabúning hjá børnum og ungum.

Tóra hevur skriva vælumtóktu bókina Rura, og hevur, saman við heilsufrøðingunum, gjøgnum fleiri ár, ment eina kanning av rørslu- og sansabúningini hjá øllum børnum sum fara í 1. flokk í Føroyum.

Kanningin av 1. floks børnunum fer sum oftast fram um heystið, stutt eftir skúlabyrjan. Tískil vera nógv børn í hesum døgum kannaði fyri SI-trupulleikar.

Rørslu- og sansabúningin hjá barninum kann hava stóra ávirkan á menningin hjá einstaka barninum, og harvið eisini á skúlagongd og innlæring. Tískil er týdningarmikið, at finna børnini tíðliga, soleiðis at barnið kann fáa tað røttu stimbranina, til tess at menna rørslu- og sansabúningarskipanina.

Um kanningin hjá heilsufrøðinginum bendir á, at barnið kann hava trupulleikar við rørslu- og sansabúningarskipanini, verður barnið ávíst til fysioterapeut á Sernámsdeplinum. Bíðitíðin kann til tíðir vera sera long, onkuntíð upp til 1 og 2 ár.




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300