24-05-2011

Útivika - góð ráð til familjuna

Góð ráð til familjuna frá Gigni ísamband við útivikuna.

Børn elska at fara út saman við sínum foreldrum, eins og at røra seg saman við foreldrunum. Tað kann tó tykjast møtimikið at fara út við børnunum tá ein endiliga hevur fingið frí, men við eitt sindur av fyrireiking, kann tað gerast hugaligari og lættari at fara avstað.

Børn eiga, eins og vaksin, at røra seg dagliga. Rørsla er eitt av 8 kostráðunum, og Sundhedsstyrelsen mælir til, at børn røra seg í minsta lagi 60 min. um dagin. Hetta kann t.d. verða við at fara ein túr í náttúruni, eins og við rørsluspølum. At spæla halda børnini sum oftast verða stuttligt, og serliga hugaligt er tað, tá tey vaksnu eru við.


Her eru nøkur góð ráð frá Gigni:

• Verð fyrireikað/-ur til góðu løturnar.

• Pakka eina tasku, sum er tøk, tá hguskotið kemur at fara ein túr í náttúruna. So skal ikki nýtast tíð til at finna alt fram, sum tit skulu hava við. Tað kann t.d. vera ein taska við koppum, tallerkum, einum teppi og t.d. einum bólti ella frispi, at spæla við. Eisini kann vera gott at hava ein posa við, til ymiskt sum børnini finna í náttúruni so sum steinar, blómur, kygd v.m.

• Tykkum nýtist ikki at fara so langt. Gangið ein stuttan lættan túr og finn ein turran hugnaligan blett, har tit kunna steðga á og møguliga eta ein bita ella bara hugna tykkum og/ella spæla saman eina løtu.

• Pakka nátturðan í taskuna og et náttúrðan úti í náttúruni saman við børnunum.


Tað snýr seg ikki um at skula ganga upp á høg fjøll, ella at ganga langar túrar, men at geva børnunum ta jaligu felagsuppliving, sum náttúran gevur okkum, tá vit sita ella ganga í henni – og ikki minst um vit eisini kunna njóta ein góðan bita saman.


Hugskot til matpakkan kann vera:

• Rugbreyðsflísar lagdar saman við onkrum góðum viðskera í millum. Tú kanst t.d. skera tær í trýkantar. Góður viðskeri kann t.d. vera soltið livradeiggj, soltnar pylsur av ymiskum sløgum, makrel, kjøtbitar o.s.fr.

• Annað breyð ella bollar, gjarna bakað við fullkornsmjøli, við góðum viðskera í millum.

• Fullkornspitabreyð, fylt við majs, grønertrum, rivnum gularøtum o.s.fr. umframt skinkubitum, smáum frikadellum í skivum ella øðrum í. Um tit vilja hava onkra dressing til at koyra í, hav tað so í einum ílatið fyri seg, so tit kunna koyra tað í tá tit fara at eta.

• “Fingramatur”, sum er lættur hjá børnum og vaksnum at eta úti í náttúruni. T.d. frukt, sum er skorin í bitar, ella grønmeti, so sum gularøtur, agurkur og piparfruktir, ið eru skornar í stavar, eins og smáar tomatir.

• Eplabitar, t.d. rest frá døgurða, saman við smáum frikadellum ella turrum fiski.

• Hav t.d. drekkivatn við, í fløskum ella dunkum.




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300