25-02-2010

Røða hjá Aksel V. Johannesen

"Tit hava átikið tykkum í Gigni ein av týdningarmiklastu uppgávunum yvirhøvur, sum eitt samfelag hevur at lyfta". Millum annað hetta segði Aksel V. Johannesen í røðu síni, nú verkætlanin "Tað ber til at trívast" í dag fór av bakkastokki.

Les alla røðuna her.


Góðu tit!

Takk fyri, at eg eri boðin við her í dag.

Eg eri fegin um, at eg havi fingið høvið at siga nøkur orð her í morgun. Fegin tí, at Gigni er ein stovnur, sum røkir nakrar  av teimum týdningarmiklastu uppgávunum, sum vit hava, sum samfelag. Og tað gera tey til lýtar.

Hvønn dag eru tit um okkara børn - tey smæstu og tey hálvstóru. Tit veita fyribyrgjandi og heilsufremjandi tænastur til barnafamiljur, børn og ung, og eru ein miðsavnandi vitanar- og rágevingardepil, ið raðfestir heilsu og trivnað hjá børnum, ungum og familjum í Føroyum.

Teir lunnar, ið verða lagdir í barna- og ungdómsárunum koma oftani at fylgja okkum í vaksnamannalívinum, og tí... og júst tí er tær uppgávur, ið tit hava átikið tykkum í Gigni ein av týdningarmiklastu uppgávunum yvirhøvur, sum eitt samfelag hevur at lyfta.

Verkætlanin, sum GIGNI nú fer undir nevnist “ Tað ber til at trívast”. “Tað ber til at trívast”, er ein verkætlan, ið er væl fyrireika, fyriskipað, væl roynd og er tí klár at seta í verk.

“Tað ber til at trívast” er eitt trivnaðarskeið til allar 6. flokkar í størru skúlunum í Føroyum, umframt aðrar flokkar ella bólkar, ið hava tørv á einum trivnaðarátaki.

“Tað ber til at trívast”, skal læra børn og vaksin viðurkennandi samskifti, og skal læra børnini, at taka ímóti og geva hvør øðrum viðurkenning. Børnini skulu uppliva týdningin av at virðismeta seg sjálvan og hvørt annað. Hetta er eitt gott átak, tí viðurkenning er fyri menniskjað eins og sólin er fyri planturnar.

Takk fyri og góða eydnu við verkætlanini.

Aksel V. Johannesen
Landsstýrismaður í Heilsumálum




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300