03-10-2010

Drekk sum minst

“DREKK SUM MINST” – og velur tú at drekka, “Steðga so áðrenn 5 – tað loysir seg!

Sundhedsstyrelsen hevur alla viku 40, í 2010 havt eina verkætlan, ið tey kalla “Steðga áðrenn 5 – tað loysir seg”. Hetta er ein roynd, at upplýsa ung, skúlar og kommunur um vandan við at drekka rúsdrekka, serliga um nýtslan gerst ov stór, og hvørjar avleiðingar hetta kann hava.

Í samband við verkætlanina “Steðga áðrenn 5 – tað loysir seg”, hevur Sundhedsstyrelsen gjørt eitt yvirlit yvir fakta um rúsdrekka og rúsdrekkanýtslu hjá ungum ið hevur yvirskriftina “Hvat ger alkohol fyri teg?”

Somuleiðis hevur verkætlanin eina heimasíðu www.stopfør5.dk

Vit hoyra ofta, at rúsdrekkanýtslan hjá ungum í Danmark er ein tann størsta í Europa, men er hon líka stór hjá ungum í Føroyum? Tær sokallaðu ESPAD kanningarnar, sum verða gjørdar í fleiri europæiskum londum vísa, at føroysk ung drekka nærum líka nógv sum ung í t.d. Danmark.

Fólkaheilsuráðið er nýliga komið við nýggjum tilmæli um rúsdrekkanýtslu, sum er “DREKK SUM MINST”.

“Sum ungur skalt tú finna teg sjálvan í einum nýggjum kroppi, heilin mennist nógv og harumframt skalt tú finna vinirnar aftur í øllum broytingunum. Hettar setur stór krøv til tín, og tí er tað ein fyrimunur, at tú í skiftinum millum at vera barn og vaksin, fært royndir við, at vera saman við øðrum ungum, uttan at vera doyvd/ur av rúsdrekka ella rúsevnum.”

Tá tú ert rúsað/rúsaður ert tú í størri vanda fyri at koma upp at berjast, koma til skaða, drekka ov nógv og/ella fara í song við onkrum sum tú ikki hevði ætlað.

Kanningar vísa, at jú fyrr tú byrjar at drekka, jú meira drekkur tú – eisini tá tú gerst eldri!

Gigni mælir til, at børn og ung undir 18 ár ikki drekka alkohol, og at ung annars drekka minst møguligt!

Hevur tú hug at drekka?

Minst so til at:
• Tað er TÚ, ið avgerð, um tú skalt drekka ella ikki – ikki vinirnir
• Nógv drekka ikki og vinirnir góðtaka tað
Velur tú at drekka?
• Brúka alkohol við skynsemi
• Drekk spakuliga
• Drekk veikt, t.d. øl í staðin fyri spiritus
• Drekk sum minst. Tað er líka stuttligt og uttan keðilig árin
• Drekk ikki bara alkohol, drekk eisini annað, t.d. nógv vatn
• Við somu nøgd av alkohol, verða gentur skjótari ávirkaðar enn drongir

Hvussu nógv eru 5 “genstandir”?

1 “genstandur” av alkohol er:

• 1 pilsnar øl (33 cl.)
• 1 glas av víni
• 1 glas av spiritus (2 cl.)
• 1 alkoholsodavatn ella cider (33 cl.)

Faktaskjal "Stop før 5"


"Stop før 5" heimasíða frá Sundhedsstyrelsen



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300