30-01-2012

Lúsakríggj 31. januar 2012

31. januar er ásettur at vera almennur lúsadagur í Føroyum eins og í fleiri øðrum Norðanlondum.

Lýs er ein stórur trupulleiki fyri smábørn og skúlabørn.

Gigni – Heilsufrøði til børn & ung og Apoteksverk Føroya hava nú í fleiri ár samstarvað um at fyribyrgja og basa lús.

Afturvendandi átakið nevnist lúsakríggj, og verður aftur í morgin týsdagin tann 31. januar 2012.

Fyri at steðga smittuni av lýs er neyðugt, at øll børn verða kannað sama dag. Tí fara vit við hesum átaki, at heita á foreldur um at kemba barni teirra í morgin týsdagin 31. januar.

Kunning um lús, smittu, viðgerð og kembing liggur á www.gigni.fo og www.apotek.fo


Góð ráð og vegleiðing frá Gigni úm lýs



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300