26-03-2015

Heildarætlanin um kynsligan ágang handað

19. mars 2015, fekk landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen handað Heildarætlan um kynsligan ágang.

Heildarætlanin fevnir um átta átøk, sum kunnu setast í verk yvir eitt trý ára skeið.

Átøkini fevna um viðgerðartilboð, upplýsing og kunning, tilbúgvingarætlan, átøk, sum venda sær til fólk og felagsskapir, sum fáast við børn í frítíðini og átøk í mun til fólk við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum.

Annika Olsen, landsstýriskvinna segði m.a.:

“At kynsligur ágangur og siðamisbrot fara fram í Føroyum, vita vit. Hesin ágangur er trupul at tosa um. Hann fer fram í loyndum, og ofta eru tað fólk, sum vit hava álit á, sum fremja ágangin. Júst hetta ger, at ágangurin er so serliga svárur og trupul at tosa um.

Eg gleðist tó um, at seinnu árini hevur verið tosað meira um kynsligan ágang, enn nakrantíð áður. Í dag kunnu vit tosa opið um viðurskifti, sum fyri fáum árum síðani ikki vórðu tikin uppá tungu – og als ikki í almenna rúminum. Hesin opinleiki hevur ivaleyst havt við sær, at fleiri, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, hava fingið dirvi at siga frá áganginum og at leita sær hjálp.

Eg eri sannførd um, at eins og tá talan er um annan harðskap, er tað ógvuliga týdningarmikið, at vit tora at seta orð á hesi viðurskifti. Tí fegnist eg um at kunning, upplýsing og opinleiki hava fingið nógva rúmd í hesi ætlan.”

Síðan á vári 2012 hevur verið arbeitt við at seta í verk átøkini í Heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum. Í Harðskaparætlanini er harðskapur allýstur í breiðasti merking, og fevnir tískil eisini um kynsligan harðskap.

Tó metti eitt samt Løgting, at neyðugt var at gera eina serliga heildarætlan um kynsligan ágang.

Ætlanin er, at átøkini í Heildarætlanin um kynsligan ágang verða sett í verk saman við og í framhaldi av Harðskaparætlanini.

Landsstýriskvinnan ætlar at leggja Heildarætlanina fyri Løgtingið til aðalorðaskifti í vár.

“Átøkini eru hvør á sínum øki umráðandi at fáa sett í verk, og vóni eg, at Løgtingið tekur væl ímóti hesum, so farast kann undir at seta Heildarætlanina og átøkini í henni í verk, eins og uppskotið mælir til.”

Afturat teimum átta átøkunum verður tað í heildarætlanini greitt frá barnaváttanum og fyriningarfreistum í sambandi við málum, ið viðvíkja kynsligan ágang.

Arbeiðsbólkurin hevur mett at kostnaðurin at setta tey átta átøkini í verk er 4,8 mió. kr. býtt yvir 2016, 2017, og 2018.

Í arbeiðsbólkinum hava sitið Elin Winther Poulsen, forkvinna, Almannamálaráðið, Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, Løgmansskrivstovan, Oddbjørg Balle, Kommufelag Føroya, Hildur Patursson, Mentamálaráðið og Símun J. Hansen. Heilsumálaráðið.




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300