15-12-2009

Einaferð var tað …

Hetta er søgan um smakkisansin og um hvussu barnið longu í móðurlívið kann smakka.

Møguliga hevur tú longu lært, at smakkisansurin hevur 5 grundsmakkir: søtt, súrt, salt, bitturt og umami(tann 3. kryddurtin – ella tann fimti smakkurin).

Helene Hausner Cand. scient. PhD i human ernæring hevur granska í, hvussu smakkur verður mentur hjá fostrinum og nýfødda barninum. Nýggja granskingin vísir t.d. at fosturvatnið hevur smakk, alt eftir hvat mamman hevur etið. Eisini at, um ein kvinna sum er við barn etur sterkan, kryddraðan mat, upplivir barnið nógvar ymiskar smakkir, longu í móðurlívi. Tað er tó ikki bert smakkisansurin ið verður stimbraður, men nýggja granskingin bendir á, at eisini luktisansurin verður stimbraður í viðgongutíðini. Harumframt tykist tað sum um, at barnið minnist nøkur av ”aromaevnunum” longu áðrenn tað er føtt.


Les meira um hesa gransking og úrslitini hon er komin fram til, her.



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300