26-01-2017

Lúsadagur 31.januar

Aftur í ár fer Gigni at minna á árliga Lúsakríggið, sum verður tann 31. januar.

Lús er ein stórur trupulleiki fyri smábørn og skúlabørn.

Tí er dagurin 31. januar ásettur at verða almennur lúsadagur, sum eina roynd at fyribyrgja og basa lús. Afturvendandi átakið nevnist lúsakríggj.

Børn kunna verða smittaði við lús gjøgnum alt árið, men vit vita, at um øll verða kannaði, og um neyðugt viðgjørd, sama dag, er møguleikin fyri at steðga smittuni av lús nógv betri.

Tí fara vit aftur í ár, við hesum átaki, at heita á foreldur um at kemba barni teirra lúsadagin tann 31. januar.

Eru tit í iva um okkurt, ella hava spurningar, ber altíð til at venda sær til Gigni ella spyrja um ráð og vegleiðing á Apotekinum.


Les meira um lús, smittu, viðgerð og kembing



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300