15-04-2010

Tilmæli í samband við øsku og svávul frá eldgosinum

Tilmæli til foreldur og starvsfólk á dagstovnum og dagrøkt.

Í løtuni luftin fylt við øsku og svávul frá eldgosinum undir Eyjafjalli í Ìslandi

Gigni heitir tí á foreldur og starvsfólk á dagstovnum og í dagrøkt, at taka serlig atlit , fyri at verja børnini, nú luftin er so fylt av svávul og øsku.
Børn eru sera sárbar. Mælt verður tí til at verja børn, ímóti møguligum avleiðingum av dálkaðu luftini.

Tað eru serstakliga smáu børnini, og børn sum hava trupuleikar við andaleiðunum, so sum astma og bronchitis, sum ein skal hugsa um.

Enn bendir einki á, at øskusdustið hevur elvt til fleiri sjúkutilburðir í Føroyum. Framhaldandi rekur nakað av øsku frá gosinum úr Íslandi, so neyðugt er framvegis at fylgja støðuni dag frá degi.

Við støði í hesum, er tilráðingin frá Gigni, at:

• Børn, ið hava trupulleikar av andaleiðini (astma og bronkitis), kunnu vera uttandura. Tó eigur tey at minnast til at hava heilivág við, um tey fara heimanífrá.
• Børn undir 1 ár kunnu aftur sova úti,
• Har børn vísa tekin til sjúkueyðkenni frá lungunum, eigur at vera ringt til lækna,
• Børn og vasksin, ið føla trupulleikar í eygum, nøs og svølgrúmi, kunnu avmarka uttandura virksemið


Les meira her



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300