26-02-2010

"Tað ber til at trívast"

Gigni fer nú undir eina nýggja spennandi verkætlan nevnd ”Tað ber til at trívast”.

”Tað ber til at trívast” er ein verkætlan, hvørs endamál er at fremja trivnaðin hjá skúlanæmingum. Verkætlanin byggir á fakliga ástøði viðvíkjandi Systemiskari Teori og Appreciative Inquiry, vanliga nevnt AI.

”Tað ber til at trívast” er eitt Trivnaðarskeið
Verkætlanin ”Tað ber til at trívast” er eitt Trivnaðarskeið, har endamálið er at læra børn og vaksin viðurkennandi samskifti.

Verkætlanin verður raðfest soleiðis:
1. Tveir fundir við næmingar í 6. flokki í størru skúlunum í Føroyum. Ein uppfylgjandi fundur í 7., 8. og 9. flokki. Hetta inniber eisini ein foreldrafund, umframt fund við avvarðandi lærarar.

2. Eitt ”Tað ber til” tiltak til smærru skúlarnar.
3. Eitt ”Tað ber til” tiltak til flokkar við serligum trivnaðartrupulleikum.

Eftir trivnaðarskeiðið verður skreytblað latið næmingunum.

Verkætlanin er eitt alternativt átak til allar 6. flokkar í Føroyum.

Umframt hetta fáa næmingar í 6. flokki heilsusamrøðu og undirvísing, sum viðvíkir heilsu, har serligur dentur er lagdur á kynsbúning, kynslív, fyribyrging, kynssjúkur, alkohol og royking.

Verkætlanin hevur egna heimasíðu
Í samband við verkætlanina er gjørd ein nýggj heimasíða www.tadbertil.fo, sum er ætlað til foreldur og lærarar, sum ein kunning um skeiðið.

Verkætlanarleiðararnir eru trivnaðarserfrøðingarnir Petra Arge Poulsen og Bjørghild Djurhuus.

Átakið verður fyriskipað í samstarvi við avvarðandi heilsufrøðing og lærarar á ymisku skúlunum.

Ástøðið í verkætlanini er grundað á WHO definitión fyri heilsu hjá børnum og fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung, har eitt endamál er at tryggja heilsu og trivnað hjá børnum og ungum.

Heilsa hjá børnum er:
• Aldurssvarandi víkjandi rørslumenning, sansabúning og vøkstri
• Aldurssvarandi intellektuell, sálarlig og sosial menning
• Góðar virkisførleikar
• Grundleggjandi kensla av lívsmóti og gleði
• Frávera av álvarsligari ella afturvendandi sjúku

Harumframt verður sambært tilráðing frá Danska Heilsustýrinum sett focus á Mentala heilsu, sum í stuttum er trivnaður. Hetta tí at eitt barn, sum ikki trívist, heldur ikki lýkur definitiónina fyri heilsu.

Umframt ástøði er verkætlanin grundað á definitiónia: ”Børn og heilsa” (Nielsen, Lie, Keiding & Madsen 1998).




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300