05-02-2015

Evnisdagur: Pápi anno 2015

Spennandi evnisdagur tann 20. februar 2015 í Østrøm við Svend Aage Madsen, har hann m.a. fer at tosa um:
• Hvussu er at vera pápi anno 2015?
• Hvønn týdning hevur pápaleikluturin havt ígjøgnum tíðirnar?
• Hvønn týdning hevur tilknýtið ímillum pápa og barn og hvørjar avbjóðingar kunnu vera í hesum tilknýtinum?

Svend Aage fer eisini at koma inn á, hvar menninir og tað mansliga er ávegis í dag, um atburðarlagið hjá monnum, tíðarrák og avbjóðingar.

Svend Aage Madsen er leiðandi sálarfrøðingur á Ríkissjúkrahúsinum og hevur í meira enn 10 ár staðið á odda fyri granskingini innan pápaøkið. M.a. hevur hann granskað í viðurskiftunum: Menn sum pápar, menn í gitnaðarviðgerð, menn og barnsburður, menn og tilknýtið til pinkubørn, tá menn gerast pápar og pápar og burðartunglyndi.

Svend Aage Madsen hevur nógv ár á baki við sálarfrøðiligari viðgerð av monnum og kvinnum.

Dagliga arbeiðir hann við burðartunglyndi hjá bæði pápum og mammum. Eisini granskar hann í, hvussu tú gerst varugur við burðartunglyndi, og hvussu tað kann viðgerast.

Svend Aage Madsen hevur saman við øðrum skrivað fleiri bøkur.

Evnisdagurin ið verður á Østrøm 20. februar og er viðkomandi fyri øll, sum starvast við børnum og ungum innan øll økir og annars tey, sum hava áhuga fyri evninum.

Kostnaðurin fyri lúttøku er 995 kr.

Tekning:
Við at flyta peningin á konto í Eik 9181-133.055.3 (tekningin er bindandi)
Skriva t-post til: fa5.sjukrarokt@gmail.com
Viðmerk navn á luttakara, yrki, t-post adressu og fartlf.nr.

Seinasta freist at tekna seg: 13.02.2015 (Avmarkað pláss)

Tað er fakliga áhugafelagið fyri sjúkrarøktarfrøðingar, ið arbeiða við børnum og ungum, sum skipar fyri.

Lýsing fyri tiltaki




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300