16-07-2009

Minka um smittuvandan av Influensa A (H1N1)

Í dag eru Føroyar farnar á tilbúgvingarstig 6, og í hesum sambandi eru gjørd nøkur góð ráð, til tess at minka um smittuvandan.

Hugsar ein um nýfødd ella smærri børn er týdningarmikið at:

• Vaska hendurnar ofta
Influensavirus setir seg á hendurnar og spjaðir seg við hondheilsan og av
hurðahondtøkum. Tí verður rátt til at vaska hendurnar ofta og við sápu. Serliga týdningarmikið er at vaska sær væl um hendurnar, áðrenn ein nemur við ella heldur á einum nýføddum ella lítlum barni.

• Hosta ella njósa í ermuna
Influensavirus smittar, sum smáir dropar frá hosta, njósa og líknandi. Legg útyvir munnin og nøsina, tá tú hostar ella njósar. Nýt einnýtis lummaklút ella ermuna í staðin fyri hondina.

• Verð heima, um tú ert sjúk/ur
Influensa spjaðir seg skjótt í skúlum, á arbeiðsplássum og stovnum. Eisini er smittuvandin stórst, har nógv fólk eru savnaði. Halt teg burtur frá nýføddum og smærri børnum.

• Halt nýfødda ella lítla barninum frá viðkomandi sum er sjúk/ur
Far ikki til beinleiðis sjúk fólk ella har sum nógv fólk eru savnaði við einum nýføddum ella lítlum barni.

Barnakonur og foreldur at smærri børnum, sum fáa influensusjúkueyðkenni, skulu seta seg í samband við lækna beinanvegin.

H1N1 smittar á sama hátt sum vanligt krím, herundir eisini RS-virus, sum nógvar smábarnafamiljur hava hoyrt um. Sostatt kunnu ráðini um at vaska hendur og halda nýføddu og smærru børnini frá sjúkum vaksnum/børnum og frá støðum har nógv fólk eru savnaði, eisini fyribyrgja øðrum sjúkum, ið smitta á sama hátt sum Influensa A (H1N1)

Meira kann lesast á www.hmr.fo og á www.sst.dk

Verj teg og onnur fyri Influensu A (H1N1)




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300