29-06-2018

Lat tónleikin verða tín rús !

Lat tónleikin verða tín rús!

Um tú hevur verið til live-konsert, so veitst tú uttan iva, hvussu tónleikurin bæði kann geva tær gásarhold og løtur av reinari sælu. Tónleikurin gevur nevniliga ein rús í sær sjálvum, og hann kann best upplivast, um tú ikki drekkur rúsdrekka ella tekur rúsandi evnir.

Heilin er ikki fullbúnaður fyrr enn fyrst í 20-unum, og tað kann verða skaðiligt at drekka alkohol, tá heilin ikki er liðugur at mennast. Ungir heilar ávirkast eisini ógvusligari av alkoholi, og tá er lætt at gera mistøk og handla uttan vit og skil.

Gigni mælir til, at børn og ung undir 18 ár ikki drekka alkohol, og at ung annars drekka so lítið sum til ber.

Sum ungur skalt tú finna teg sjálvan í einum nýggjum kroppi. Heilin mennist nógv og tínir vinir broytast eins nógv og tú. Hettar setur stór krøv til tín, og tí er tað ein fyrimunur, at tú í skiftinum millum at vera barn og vaksin, fært royndir við at vera saman við øðrum ungum, uttan at vera doyvd/ur av rúsdrekka ella rúsevnum.

Tá tú ert rúsaður, ert tú í størri vanda fyri at koma í bardaga, fáa skaða, drekka ov nógv og/ella fara í song við onkrum, sum tú ikki hevði ætlað.

Kanningar vísa, at jú fyrr tú byrjar at drekka, jú meira drekkur tú – eisini tá tú gerst eldri.

Tískil er gott ikki at drekka rúsdrekka. Um tú tó velur at drekka, so:

- bíða sum longst
- drekk sum minst
- drekk lítið í senn
- drekk ikki ov sterkt
- drekk nógv vatn samstundis
- minst til :)..............

.....tað ber til at hava tað stuttligt uttan alkohol!



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300