19-12-2012

Tekin til kynsligan harðskap

Í samband við kynsligan harðskap er týdningarmikið at leggja til merkis, at tað finnast ikki eintýðug tekin, ið vísa, at eitt barn hevur verið fyri kynsligum harðskapi. Barnið sigur hinvegin frá við sínum atburði, at tað mistrívist – og ein av orsøkunum til hetta kann vera kynsligur harðskapur. Tí er altíð týndingarmikið at reagera, um eitt barn broytir atburð, ella við sínum atburði vísir tekin til mistrivnað.

Hinvegin er tað ikki so lætt at gjøgnumskoða eina atferð, sum bendir á, at barnið hevur verið útsett fyri kynsligum harðskapi eina ella fleiri ferðir. Børn eru ymisk, og vísa á ymiskan hátt, at tey ikki hava tað gott, men øll vilja tey vera merkt av tí, tey hava verið úti fyri.

Nøkur børn, ið hava verið úti fyri kynsligum harðskapi, siga tað beinleiðis við onkran vaksnan, ið tey hava álit á. Tað er sera týdningarmikið at trúgva tí, barnið sigur frá. Tó siga børnini tað ofta meira óbeinleiðis og á ein hátt, sum bert gevur onkrar smáar ábendingar um tað, barnið hevur verið úti fyri. Lat tann vaksna, sum barnið hevur best samband við og álit á, tosa við barnið, og spyrja opið til tað, ið barnið sigur. Tað er sera týdningarmikið ikki at tráspyrja og avhoyra barnið – hetta er uppgávan hjá løgregluni. Lat vera við at vísa títt egna órógv og ótta í spurningunum, tú spyr barnið. Royn og spyr so óávirkað og uttanveltað sum tilber.

Nógv børn velja tó ongantíð at siga nakað um ágangin, og tí er neyðugt at kenna tey tekin, ið ein eigur at reagera uppá.

Les meira um tey ymsu tekini í leinkjuni niðanfyri.


Les meira um tekin til kynsligan harðskap

Tekin til likamligan og/ella sálarligan harðskap

Harðskapur móti børnum



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300