02-09-2010

Gigni undirskriva mál og avrikssáttmála

Gigni hevur nú undirskriva fyrsta mál og avrikssálan. Tann 20 august undirskrivaðu Poul Geert Hansen, aðalstjóri og Bjarta Vilhelm, stovnsleiðari, undir mál og avrikssáttmála millum Heilsumálaráðið og Gigni – Heilsufrøði til børn & ung.

Sáttmálin lýsir m.a - visión, missión, endamálið við Gigni, kjarnuuppgávur, verkætlanir og mál og avrik fyri 2010.

Avrikssáttmálar
Stovnar undir landinum skulu sambært kunngerð nr. 22 frá 2007 um roknskaparverk landsins (Roknskaparkunngerðini) frá 2010, arbeiða eftir avrikssáttmála millum stovnin og stjórnarráðið

Eitt sindur úr sáttmálanum
Gigni - Heilsufrøði til børn & ung er ein miðsavnandi vitanar- og ráðgevingardepil, sum gongur á odda í tilgongdini at menna fólkaheilsu til børn og ung.

Gigni - Heilsufrøði til børn & ung skal savna vitan og vera ráðgevi hjá landsmyndugleikum, stovnum og øðrum fakfólkum, umframt alment at kunna um viðurskifti, sum viðvíkja fólkaheilsu hjá børnum og ungum.

Gigni - Heilsufrøði til børn & ung skal ganga á odda í heilsufremjandi og fyribyrgjandi átøkum, í mun til fólkaheilsu hjá børnum og ungum.

Fyri at røkka visiónini, skal Gigni – Heilsufrøði til børn & ung:
• Vera ein stovnur á høgum vísindaligum stigi
• Menna grundarlagið fyri vitan og ráðgeving
frá stovninum
• Veita heilsufremjandi og fyribyrgjandi tænastu, ið
er fakliga væl grundað og málrættað børnum,
ungum og familjum í Føroyum
• Menna samstarvið við aðrar myndugleikar
og stovnar
• Vera ein brúkaravinarligur stovnur
• Vera eitt gott og stimbrandi arbeiðspláss,
har starvsfólk trívast
• Hava starvsfólk á høgum fakligum ástøði,
umframt at skipa fyri støðugari førleikamenning

Sí sáttmálan her:




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300