04-11-2015

Heit og fín klæðir í Reyða Kross Klædnahjálpini

Næsta tiltakið hjá Reyða Kross Klædnahjálpini fyri barnafamiljum, ið hava hjálp fyri neyðini, verður leygardagin 21. november kl. 11 – 14. 
Tiltakið verður í Stiðjagøtu 6, við Velbastaðvegin í Havn (Safari Transport heldur til í sama húsi)
 
Klæðini, ið eru frá klædnaskiljingini hjá Reyða Krossi, eru góð og nýmótans. Her eru heitar bundnar troyggjur, kavadraktir, veitsluklæðir og nógv annað gott. Reyði Krossur hjálpir fólki, ið hava hjálp fyri neyðini, so at øll hava møguleika at hava góð klæðir til seg og síni.
 
Verð vælkomin.

Um onkur kemur í eina ringa støðu uttanfyri okkara føstu tiltøk, eru tit vælkomin at ringja ella senda sms til tey sjálvbodnu í Reyða Krossi, ið varða av Klædnahjálpini:
Jóhanna tel 275106,  Gunn tel 283377 ella  Gunnvør tel 258589, so finna vit eina loysn saman.

Reyði Krossur Føroya




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300