26-11-2013

Tørvar tykkara familja hjálp til jólini?

Aftur í ár ber til hjá barnafamiljum í Føroyum at søkja um jólahjálp. Hetta kann gerast við, at fylla umsóknarblaðið út á heimasíðuni hjá átakinum www.takk.fo ella við at printa umsóknarblaðið út, fylla tað út og senda tað við brævposti til:

Í menniskjum góður tokki
Dalatún 15
Fo-100 Tórshavn

Umsóknarfreistin er sunnudagin 1. desember 2013 á miðnátt.

Tørvar tykkum hjálp at fylla umsóknarblaðið út, ber til at venda sær til "Í menniskjum góður tokki" sunnukvøldið 1. desember frá kl. 18.00 - 22.00 við at ringja til eitt av hesum tlf.nr. 282401, 282402 ella 282403.

Eisini eru tit vælkomin at ringja til Gigni millum kl. 9 og 13, umframt at tit kunna venda tykkum til tykkara egna heilsufrøðing.

Les meira um átakið og um at søkja jólahjálp á heimasíðuni hjá átakinum: www.takk.fo

Vit kunna øll gleða eitt barn á jólum við at stuðla!

Aftur í ár ber til at stuðla átakinum “Í menniskjum góður tokki”.
Hetta kanst tú/tit t.d. gera við at stuðla undir ymisku serligu tiltøkini, sum verða gjørd kring landið í samband við Jólahjálpina 2013.

Á heimasíðuni www.takk.fo kanst tú m.a. lesa meira um, hvussu tú kanst stuðla og harvið verða við til at hjálpa barnafamiljum í Føroyum.


Tú kanst lesa meira um hvussu tú kanst gleða eitt barn á jólum á heimasíðuni hjá "Í menniskjum góður tokki".



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300